At hava ervi í missiónshúsinum er ókeypis, men ein gáva til húsið er kærkomin.
Konto 6460 498 359 0.
Tá ervi hevur verið, er uppgávan hjá teimum avvarandi:
- Feia og vaska gólvið í salinum
- Seta stólarnar upp aftur
- Dustsúgva geingina
- Vaska vesini
- Vaska dúkarnar
- Rudda og vaska salin í kjallaranum, um nakar hevur verið har
Kostnaður fyri útleigan av ymiskum frá missiónshúsinum:
- Borð, 20 kr./stk.
- Stólar, 10 kr./stk.
- Termokannir, 10 kr./stk.
- Supputerinir og oysa, 10 kr./sett
- Vatnkannir/mjólkakannir, 5 kr./stk.
- Eplaføt, 5 kr.
- Føt/skálir, 5 kr.
- Salt og pipar, 5 kr.
- Borðbúnaður, upp til 30 persónar, 400 kr.
- Borðbúnaður, 31 til 60 persónar, 600 kr.
- Borðbúnaður, yvir 60 persónar, 1.000 kr.
Íroknað borðbúnað er: Koppur við undirskál, desserttallerkur, døgurðatallerkur, djúpur tallerkur, knívur, gaffil, súpiskeið og teskeið.
Leiðslan