Hey :)
Í morgin byrja sunnudagsskúlin og møtini aftur í missiónshúsinum í Sørvági.
Sunnudagsskúli er kl. 14 og møti kl. 17.
Á møtinum í morgin fara vit at hoyra frá Barbaru og Sólbjørn úr Reykjavík og Sonni endar.
Vit ansa eftir hvørjum øðrum við at halda frástøðu og spritta hendur.
--
Samstundis vilja vit takka fyri, at tit hava hugt eftir møtunum á netinum, tá vit hava stroymt úr Libanon.
Vit gevast við videostroyming fyri hesuferð, men hvør veit, kanska verður tað gjørt onkuntíð aftur :)
--
Kunning um tiltøk o.a. í missiónshúsinum er at síggja her á heimasíðu okkara, og á okkara Facebook-síðu, fb.com/libanon.fo
Á møtinum, ið vit stroymdu í dag talaði Sonni Jacobsen og Barbara Hannudóttir Jensen hevði ein vitnisburð.
Ljóðupptøkurnar liggja undir "Upptøkur - Møti sunnudagar".
Góðu tit øll,
Orsaka støðuni viðv. Coronavirus, avlýsa vit øll tiltøk í Libanon fyribils í 2 vikur.
Hetta fyri sunnukvøldsmøtini, sunnudagsskúlan, junior, barnakór og sjómanskvinnuringin.
Lýst verður nærri, tá tiltøkini verða aftur.
Harrin vælsigni teg og varðveiti teg.
Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur.
Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið.
Leygarmorgunin hin 25. november 2017, kl. 10 - 12, var tiltak í Libanon, sum vit nevna Áralag.
Hetta er løta har samkoman kemur saman at hugna sær. Byrjað varð við morgunmati. Síðan var breybróting, sum Jógvan Steintún skipaði fyri.
Tórhallur Halgaklett, formaður í Libanon, segði so nøkur orð, og eftir tað var kapping at gera vakrasta kakuhúsi. Hesum skipaði Mia av Kák Joensen fyri. Sonni varð settur at vera dómari. Átta kakuhús vórðu gjørd, og vóru tey øll vøkur og væl eydnað upp á hvør sína máta. Tað vóru familjur ella húski, sum høvdu tikið seg saman um hvørt húsið.
Vinnandi kakuhúsið gjørdu Vivian, Karin og Sigrun við familjum og tey fingu ein lítlan vinning.
Seinasta sunnudag, 2. juli kl. 16 var fyrsta útimøti hjá Libanon í ár á Stakka í Sørvági, har útimøtini hava verið seinastu árini.
Tað var Agnar Joensen úr Sandavági (myndin), sum talaði. Tórhallur leiddi og Heini stóð fyri teknikkinum.
Í dag, 9. juli kl. 16 verður so næsta útimøti. Í dag vera tað Bjarni og Jannet Steintún, som koma at tala.
Tey, sum fara at tala og vitna á útimøtunum restina av summarinum vera:
- 16. juli, Sunleif Jacobsen og fleiri
- 17. juli, (tá verður útimøti í Bø) Tróndur Niclasen skipar fyri
- 18. juli, Marni og Barbara Joensen
- 19. august, Einki útimøti á Stakka, men vit fara til Sandavágs á útimøti, har m.a. Blátt Gras luttaka
- 20. august, Frelsunarherurin í Havn
Útimøtini verða sunnudagar kl. 16, um viðrar.
9-7-2017, sj.
Í apostlasøguni, 2. kapittli lesa vit um tí fyrstu kristnu hvítusunnuna, tá Heilagi andin kom til jarðar. Við hesum var Jesu lyfti, um at hann vildi senda Heilaga andan, uppfylt. Og profetiini í G.T. um tað sama: Jesaja 32, Eskiel 36 og Jóel 3.
Á Jesu og apostlanna døgum varð jødiska hvítusunnan hildin í templinum í Jerusalem. Jødarnir halda hvítusunnu til minnis um sáttmálan, sum varð gjørdur á Sinai fjalli, har Móses fekk tey 10 boðini frá Gudi.
Eftir Heilaga andans komu á hvítusunnu fyri skjótt 2000 árum síðan, hevur hvítusunnan fingið ein nýggjan týdning. Nú verður hvítusunnan hildin fyri at hátíðarhalda stórhendingina, tá Guds andi kom yvir alt hold og setti búgv í Jesu lærusveinum, og hin Nýggja sáttmálan, har hin kristna samkoman varð sett á stovn.
Síðan vekingina í sjeytiárunum hava nógvar hvítusunnustevnur verið hildnar í Libanon í Sørvági. Í ár verður einki undantak.
Í ár er leiðslan sloppin væl, tí nøkur ungfólk í samkomuni hava átikið sær at skipa fyri Hvítusunnustevnuni 2017. Tey eru Bjarni Steintún, Hallur av Kák Joensen og Sólborg Lauritsen. Hartil hava Benjamin Hansen, Agnar Joensen og Tórur við Áir eisini verið við í arbeiðinum.
Sum høvuðstalara í ár hava vit fingið Preben Hansen, leiðaran fyri útvarpið Lindin. Hann verður til møtini leygardag, sunnudag og mánadag. Tó verður tað Tom Jacobsen, sum leggur fyri fríggjakvøldið kl. 19, tá stevnan verður sett.
Sangluttøka verður til møtini og drekkamunnur aftan á øll møtini.
Til høgru her á heimasíðuni sæst skráin fyri møtini.
Vit kunnu heilsa og siga frá fyrireikarunum, at øll eru meira enn hjartaliga vælkomin!
s.j. 14-05-2017
Leiðslan fyri Libanon er samd um, at frameftir fara vit at royna at hava eitt sindur meira lív í heimasíðuni. Ein kann tó ikki vænta dagligar dagføringar, men undan størri tiltøkum og tá okkurt áhugavert hendir í húsinum.
Og eisini um hvørjar ætlanir leiðslan arbeiðir við, so at serliga tey, sum ganga í húsinum, skulu kenna seg meira kunnað.
Tað er Heini Tavsen, sum umsitur heimasíðuna hjá Libanon og framvegis kemur at leggja tær vanligu lýsingarnar út, sum nú eru at síggja til høgru á skíggjanum, umframt annað, sum er á síðuni.
Nýggja tíðindapartin hevur Sonni Jacobsen átikið sær at hava.
Annars er hesin stubbin ein roynd fyri at vita, um alt riggar.
Myndin er ein søgulig mynd frá 1979, tá Libanon stóð í gerð.
sj 11-03-2017